Kunningardagur í Norðurlandahúsinum

Mynd: Savnsmynd

Hvat nú? Markleys Útbúgving. Soleiðis nevnist stóri kunningardagurin um lestrarmøguleikar. Frá kl. 19.00 í dag kunnu tey koma, sum ikki eru í miðnámsskúla longur, men hava fingið hug at lesa í 2012. Altjóða Skrivstovan skipar fyri.

Jákup Magnussen | 9. sep kl. 12:17 | Dagf. 9. sep kl. 12:19

Umboð fyri útbúgvingarskipanir og skúlar í fleiri londum eru tøk at greiða frá møguleikunum í teimum ymsu londunum. Eisini Føroyum. Í gjár sendi Summarmorgun prát við fleiri fólk í hesum sambandi: Holger Arnbjerg, ið leiðir Altjóða Skrivstovuna. Nora Winter, málsligur vegleiðari og lesltrarvegleiðari fyri danskar næmingar í Århus, ið vilja útbúgva seg í Týsklandi. Bæði langar útbúgvingar, og málskeið. Hanus Samró, ið hevur lisið í Hollandi og nú er á øðrum ári á Samfelags- og søgudeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Og Martin Mohr Olsen, ið lesur í Aberdeen og sum eisini er formaður í MFS, Meginfelag Føroyskra Studenta.

Høvundur:
Jákup Magnussen
Løgd út:
9. sep kl. 12:17
Dagførd:
9. sep kl. 12:19