Góðan Morgun Føroyar
Útvarpssendingin Góðan Morgun Føroyar leggur aftur til brots mánamorgunin. Sent verður frá klokkan hálvgum átta til tíggju gerandismorgnar. Nógvir nýggir tættir eru á skránni, og manningin er broytt.
Jákup Magnussen |
9. sep kl. 11:38 |
Dagf. 9. sep kl. 11:40
Jóhann Mortensen, Kári Olsen, Rúni Jákupsson, og Vár Berghamar Jacobsen manna sendingina í vetur. Fleiri væl kendir tættir verða aftur á skránni hendan veturin, men harafturat hevur manningin nógv nýtt at bjóða. Til dømis kjak, samrøður um lívsstíl, profil hvørja viku, skúli og samfelag, og vikuliga útferð saman við ferðaleiðara. Mynd: Bjarni Rubeksen.