Sjónleikurin er hvørki fuglur ella fiskur
Eir í Ólavsstovu er nýggjur umsitingarleiðari í Meginfelag Áhugaleikara Føroya. Hon sigur, at hon heldur tað vera ov vánaligt, at landið ikki kann taka støðu til, um tjóðpallurin skal vera ein veruligur tjóðpallur. Yrkissjónleikinum hevur tað ikki gott.
Jákup Magnussen |
7. sep kl. 08:55 |
Dagf. 7. sep kl. 08:56
Eir í Ólavsstovu sigur, at arbeiðið í MáF er sera umráðandi. Áhugaleikurin er grundarlagið undir øllum sjónleiki í landinum. Øll byrja sum áhugaleikarar. Í MáF ætla tey at menna áhugaleikin kring landið.