Hon ger okkum lívið bíligari
Margreth Dalsenni hevur Dals Vøruhús í Klaksvík, har hon selur brúkt klæðir fyri lítið og lætt. Nógv ferð er á virkseminum, sum byrjaði heima í stovuni á Skáltarvegi. Og tað er eisini har, at vit hava sett Margreth Dalsenni stevnu.
Jákup Magnussen |
5. sep kl. 11:48 |
Dagf. 5. sep kl. 11:49
Fólk koma úr øllum landinum at keypa frá Margreth, sum sigur, at sera stórur tørvur er á einum slíkum handli í Føroyum. Men hon verður ikki múgvandi av at hava Dals Vøruhús; flestu pløggini kosta antin fimm ella tíggju krónur. Men tað er ynskið at geva, sum drívir verkið. Fyri hetta fekk hon í 2011 Ársins Rósu, ið er ein heiður, sum klaksvíkingar lata á hvørjum ári.