Nú hvørvur 60 watt-peran

Mynd: Savnsmynd

60 W gløðiperan er á mangan hátt sjálv eyðkennið upp á ljósperuna. 1. september er ikki longur loyvt at framleiða hesa peruna, sum sostatt so líðandi fer at hvørva av handilshillunum

Kári Sólstein | 31. aug kl. 16:38 | Dagf. 31. aug kl. 16:39

60 W gløðiperan er tann mest útbreidda av øllum ljósperum. Í 2009 vórðu allar kámar og allar klárar ljósperur (gløðiperur) yvir 100 watt fasaðar út. Í fjør fóru 75 watt ljósperurnar sama veg, og 1. september í ár hvørva eisini kláru 60 watt ljósperurnar. Kristianna Rein, orkurágevið, var í útvarpsstovuni og greiddi frá, um gløðiperur, spariperur og LED. Hoyr samrøðuna her: Kelda: sev.fo

Høvundur:
Kári Sólstein
Løgd út:
31. aug kl. 16:38
Dagførd:
31. aug kl. 16:39