Drunnhvítastovurin er minkaður munandi

Mynd: Savnsmynd

Tað heldur fuglafrøðingurin Jens Kjeld Jensen. Men hví so er, tað veit hann ikki

Kári Sólstein | 31. aug kl. 16:51 | Dagf. 31. aug kl. 16:53

Í Nólsoy er heimsins størsta Drunnhvítabøli. Har halda uml 250.000 pør til. Jens heldur, at tey seinastu 25 árini er Drunnhvítastovnurin minkaður nógv, kanska ein triðing, og ein annar munur er, at hann kemur einar tríggjar vikur seinni til oynna enn áður. Nógvir fuglastovnar eru í minking, og Drunnhvítin er onki undantak, men tað, sum Jens óttast mest fyri í hesum døgum, er, at um rotta kemur í oynna, ger hon av við Drunnhvítastovnin, og tað má ikki henda. ?Tað er av stórum týdningin, at oyggin verður rottufrí? sigur Jens Kjeld. Hoyr samrøðuna við Jens Kjeld Jensen her:

Høvundur:
Kári Sólstein
Løgd út:
31. aug kl. 16:51
Dagførd:
31. aug kl. 16:53