Tveir til tríggir skipaðir túrar um árið hevði verið passandi

Mynd: Savnsmynd

"Tað er skjótari hjá okkum at ferðast til eitt nú USA, enn nábúgvarnar Føroyar" hetta sigur Andy Steven, sum arbeiðir innan ferðavinnuna í Hetlandi.

Elsa Maria Magnusardóttir Olsen | 12. aug kl. 10:06 | Dagf. 12. aug kl. 10:20

Tað er skjótari hjá hetlendingum at ferðast yvir Atlantshavið enn til Føroyar, hóast Føroyar og Hetland eru grannaoyggjar.
Í Hetlandi hava tey merkt nógv til, at Norrøna ikki siglir longur. Eitt nú fáa tey ikki longur vitjan av ferðabólkum úr Føroyum. Tær nógvu føroysku nummarpláturnar á føroysku bilunum eru ei heldur at síggja. Og so sakna tey bara at síggja føroyingar á hetlendsku gøtunum.
Men hetta broytist vónandi, um mann ger regluligar túrar aftur og fram ímillum Hetland og Føroyar.
Røddir: Gunnar Nolsøe og Vár Berghamar Jacobsen


Høvundur:
Elsa Maria Magnusardóttir Olsen
Løgd út:
12. aug kl. 10:06
Dagførd:
12. aug kl. 10:20