ALS og TAKS í samstarv móti svørtum arbeiði
Arbeiðsloysisskipanin og TAKS hava gjørt avtalu um í felag at tryggja, at rætt verður upplýst til Arbeiðsloysisskipanina og TAKS. Málið er at tryggja, at útgjøldini frá Arbeiðsloysisskipanini eru røtt, og at skattur verður goldin av skattskyldugum inntøku
Kári Olsen |
13. jul kl. 11:41 |
Dagf. 13. jul kl. 11:45
Arbeiðsloysisskipanin og TAKS hava gjørt avtalu um í felag at tryggja, at rætt verður upplýst til Arbeiðsloysisskipanina og TAKS. Málið er at tryggja, at útgjøldini frá Arbeiðsloysisskipanini eru røtt, og at skattur verður goldin av skattskyldugum inntøkum. Arbeiðsloysisskipanin og TAKS fáa við avtaluni atgongd til upplýsingar hjá hvør øðrum, soleiðis at lættari verður at kanna, um rætt er uppgivið. Eisini verður størri orka løgd í at kanna rættleikan, bæði hjá Arbeiðsloysisskipanini og TAKS. Eftirlitsdeildirnar fara at arbeiða tættari saman. Tær fara at skipa fyri regluligum fundum, har deildirnar tosa saman um felags mál, átøk og ætlanir. Avtalan tekur støði í broyttu lógini um arbeiðsloysisskipanina frá 2009, sum heimilar Arbeiðsloysisskipanini at fáa upplýsingar frá TAKS. TAKS hevur frammanundan loyvi til at fáa til vega neyðugar upplýsingar, til at kanna um rætt er upplýst til teirra. Á heimasíðuni hjá Arbeiðsloysisisskipanini ber nú til hjá borgarum dulnevnt at boða frá, um tey hava illgruna um óreglusemi. Ernst Jacobsen, stjóri í Arbeiðsloysisskipanini og Eyðun Mørkøre, stjóri í TAKS, fegnast um, at samstarvið millum stovnarnar er fingið í lag. Hetta fer at gera eftirlitisarbeiðið hjá báðum stovnunum munandi betri. Ernst Jacobsen, stjóri í Arbeiðsloysisskipanini og Eyðun Mørkøre, stjóri í TAKS, vitjaðu Summarmorgun í morgunLøgd út:
13. jul kl. 11:41 Dagførd:
13. jul kl. 11:45