The Dreams á Ó-festivalinum

Mynd: Savnsmynd

Høvuðsnøvnini á Ó-festivalinum 2011 eru avdúkað

Kári Olsen | 8. jul kl. 09:09 | Dagf. 9. jul kl. 19:56

Høvuðsnavnið á Ó konsertini á Skálatrøð 27. juli er rokkbólkurin the Dreams. Hetta verður einasta konsertin í Føroyum í summar hjá bólkinum, sum hevur um at vera aftan á at hava skrivað sáttmála við umboðsmannin hjá heimskenda bólkinum Linkin Park. Í løtuni arbeiða The Dreams við nýggjari fløgu, og boð eru eftir teimum nógva staðni, millum annað í Týsklandi og Pólen. Umframt Ó konsertina verða eisini nógvar uttandura konsertir í býnum tann 28. og 29. juli. Á Vaglinum verður Tórspallur. Ein av teimum, ið fer at framføra á Tórspalli, er Kim Hansen. Á Áarvegnum verður Áarpallur, har Etica, Kafé Kaspar, Kafé Natúr og Áarstova í felag fara at skipa fyri hugnaligum umhvørvi. Fólkasangarin Stanley Samuelsen er ein av teimum, sum fer at framføra her. Harumframt verður ein pallur í Steinatúni, og fyrsta navnið, ið verður avdúkað her, er Sakaris, sum spælir nýmótans elektropopp tónleik. Íalt fara 35 bólkar at framføra á Ó festivalinum,

Høvundur:
Kári Olsen
Løgd út:
8. jul kl. 09:09
Dagførd:
9. jul kl. 19:56