Drúgvar samráðingar um eldraøkið
Føroya Kommunufelag ivast mest í pengunum sum skulu fylgja við, tá eldraøkið verður lagt til kommunurnar
Sigmar Bláberg |
7. jul kl. 10:30 |
Dagf. 9. jul kl. 19:15
Frá 1. januar í 2014 skulu kommunurnar yvirtaka eldraøkið. Tað skal gerast eitt ár eftir at kommunurnar eru skipaðar í sjey ella átta eindir. Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna sigur tað vera neyðugt at leggja eldraøkið til kommunurnar. Kommunurnar eru til reiðar at taka við ábyrgdini, men størsta ivamálið eru tær umleið 500 miljónir kr., sum skulu fylgja við, sigur Asbjørn Djurhuus, formaður í Føroya Kommunufelag