Vatnið vinnur harðar hellur

Mynd: Savnsmynd

Ein sjónleikari og 14 tónleikarar koma saman um eina mynd av skaldinum Mikkjali á Ryggi. Leikurin verður framførdur á Vestanstevnu

Kári Olsen | 6. jul kl. 09:26 | Dagf. 6. jul kl. 23:10

Leikmyndin tekur støði í lívinum hjá einum listamanni, á bygd í Føroyum fyrst í farnu øld; hvussu umstøðurnar vóru hjá einum yrkjara, tá alt tað dagliga arbeiðið eisini skuldi gerast, og har tað ?at yrkja um at arbeiða i staðin fyri at arbeiða? var hildið hánt um. Kortini hevur Mikkjal á Ryggi verið eitt av virknastu skøldum okkara. Eingin hevur sum hann lýst føroyskt arbeiðslív: grindadráp, hoygging, fjallgongu og útróður. Harafturat eigur hann uml. ein triðing av allari sálmabókini, umframt tær skúlabøkur og aðrar yrkisbókmentir hann hevur lagt eftir seg. Súsanna Joensen og Hans Tórgarð skrivaðu leikritið, og Ólavur Jøkladal útsetti tónleikin. Tað mesta av tónleikinum er nýggjar útsetingar av teimum kendu sangunum og sálmunum hjá Mikkjali, men eisini eru tvey nýggj verk, sum Ólavur Jøkladal hevði gjørt til yrkingar hjá Mikkjali: "Steinstólpan", og "Hýsisá." Hans Tórgarð hevur leiklutin sum Mikkjal, og 14 tónleikarar og sangarar, undir leiðslu av Ólavi Jøkladal, framførða tónleikin í samspæli við leikaran.

Høvundur:
Kári Olsen
Løgd út:
6. jul kl. 09:26
Dagførd:
6. jul kl. 23:10