Nólsoyingar fáa heitt vatn frá vindmyllu í heyst
Arbeitt verður í løtuni við at byggja ein stóran vatntanga, og við at grava leiðingar til tey fyrstu húsini
Sigmar Bláberg |
4. jul kl. 09:45 |
Dagf. 4. jul kl. 09:46
Nólsoyar Orkufelag hevur arbeitt víðari við norðurlendsku ætlanini, um at Nólsoyggin skal vera grøn burturav, og at øll húsini skulu fáa sína orku frá varandi orkukeldum. Ein vindmylla verður sett upp seint í summar, og í heyst fáa tey fyrstu 35 húsini heitt vatn frá vindmylluni, sigur Bjartur Thomsen, formaður í Nólsoyar Orkufelag