Land og kommunur mugu semjast um uppgávubýtið
Landið má vera liðiligari, tá talan er um neyðugar íløgur, sigur forkvinnan í Kommunusamskipan Føroya
Sigmar Bláberg |
1. jul kl. 11:25 |
Dagf. 1. jul kl. 11:35
Kommunurnar hava hækkað skattaprosentið seinastu árini, tí neyðugt hevur verið at gera íløgur í virksemi, sum landið varðar av. Tí má greiða fáast á, hvat landið skal umsita og hvat kommunurnar skulu umsita, eru Aksel Johannesen, landsstýrismaður og Gunvá við Keldu, forkvinna í Kommunusamskipan Føroya, samd um