Pallborðið: Rósely Reynstind, Heri Jakobsen, og Jógvan Esmar Ósá. Tey halda, at tað er í fínasta lagi, at journalisturin Ingolf S. Olsen stillar upp til næsta løgtingsval. Onkur teirra helt, at tað kann vera ein fyrimunur fyri samfelagið, tí hann kennir væl til samfelagsviðurskifti.
Panelið var ikki samt í spurninginum, hví alsamt fleiri børn verða fødd uttanfyri hjúnarlag. Heri segði tó, at fíggjarligir fyrimunir kunnu vera í at liva ógift, meðan Rósely bara staðfesti, at hetta er ein atljóða gongd, sum so Jógvan harmaðist.
Í makrelspurninginum helt serliga Rósely, at samansetingin av fiskiloyvunum líkist hvørki einum ella ongum og at tí kunnu stór útlendsk verksmiðjuskip vera nyttug; nógv føroysk skip við makrelloyvi hava ikki køliskipanir til at halda fiskin feskan.
Annars helt Rósely tað vera løgið, um so er at Almenna Fakfelagssamstarvið bara er úti eftir lønarhækking í lønarsamráðingunum. Hon legði afturat, at hevur tú eina útbúgving, eigur tað at síggjast aftur í lønarposanum.
Jógvan E. Ósa helt ikki, at ungdómar berjast meira í dag, enn fyrr, men at metodirnar kanska eru harðligari í dag. Og Heri Jakobsen helt, at føroysktkrøvini til lærarar í føroyska fólkaskúlanum, kunnu gerast einfaldari.