Stór tiltøk á Sandi í morgin

Mynd: Savnsmynd

Listasavnið hátíðarheldur fimm ára dagin og KomVið skipar fyri tiltaki har bert kvinnur standa fyri undirhaldi og tónleiki

Sigmar Bláberg | 17. jun kl. 10:00 | Dagf. 20. jun kl. 16:33

Tvey stór tiltøk vera á Sandi í morgin. Listasavnið hátíðarheldur at fimm ár eru liðin síðani savnið læt upp. Á skránni er bæði tónleikur, sjónleikur og sangur. Samstundis skipar áhugafelagið KomVið fyri stórum tiltaki fyri alla familjuna. Endamálið hjá KomVið er at savna pening til ungdómsarbeiðið hjá B71. Tað serliga við ´tiltakinum er, at bert kvinnur standa fyri undirhaldinum, sum er sangur og tónleikur, umframt at fólk kunnu hugna sær á annan hátt.

Høvundur:
Sigmar Bláberg
Løgd út:
17. jun kl. 10:00
Dagførd:
20. jun kl. 16:33