Hoyvíkssáttmálin umrøðast í parlamentariskari nevnd
Útnorðurráðið hevur sett nevndina, og ein kanning skal gerast av virðinum á Hoyvíkssáttmálanum
Sigmar Bláberg |
14. jun kl. 10:50 |
Dagf. 14. jun kl. 10:51
Umboð fyri tingini í Føroyum, Íslandi og Grønlandi skulu umrøða, hvønn týdning Hoyvíkssáttmálin hevur havt. Sáttmálin er bert galdandi fyri Føroyar og Ísland, men kortini eru grønlendsk umboð við í nevndini, og teir hava eisini talurætt. Grønland hevur víst áhuga fyri at sleppa uppí samstarvið, sigur Magni Laksafoss, sum er formaður í nevndiniLøgd út:
14. jun kl. 10:50 Dagførd:
14. jun kl. 10:51