Vit eru ikki klár til tey fýra ES frælsini
Álvaratos! kjak og prát
Jákup Magnussen |
10. jun kl. 18:22 |
Dagf. 10. jun kl. 18:23
Elin Michelsen, Jógvan Esmar Ósá, og Heri Jakobsen mannaðu pallborðið. Tey sóknaðust eftir, at fjølmiðlar greiða betur frá, hvat gongur fyri seg í makrelmálinum. Í spurninginum um javstøðu í leiðsluni í BankNordik var ikki breið semja; Elin helt, at leiðslan átti at økt um kompetansuna við kvinniligum førleikum, meðan Heri helt, at leiðlslan kundi gera sum henni vildi og um hon helt tað hóska bestu við teimum kompetansum, sum teir átta menninir í leiðsluni kunnu bjóða, ja, so er tað tað besta. Jógvan tók undir við Elini. Øll trý vóru samd um, at vit als ikki er til reiðar at søkja um ES limaskap ? ella at gjalda tað, sum ein avtala um tey fýra ES frælsini kosta. Í málinum um lønarsamráðingar á almenna arbeiðsmarknaðinum, var nógvu ivi. Men tey mettu tó, at ein betri avtala enn tann seinasta, kann koma til høldar. Eisini vóru tey ivandi í spurninginum, um tað er klókt av Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar at fara úr Almenna Fakfelagssamstarvinum.Løgd út:
10. jun kl. 18:22 Dagførd:
10. jun kl. 18:23