Ferðafólk skulu ikki bara síggja ávís støð í Suðri men alla oynna, tá tey vitja.

Mynd: Savnsmynd

Mortan Holm í Porkeri gjørdist ferðaleiðari, tá hann gavst at sigla sum skipari hjá Mærsk

Elis Poulsen | 7. jun kl. 11:48 | Dagf. 7. jun kl. 11:48

Í 2008 gavst Mortan Holm í Porkeri at sigla sum skipari hjá Mærsk. Mortan var longu tá greiður yvir, at eitt nýtt lívsskeið byrjaði tá. Áhugamálini eru mong hjá Mortani; eitt teirra er at verja gamlan sið og søgu. Gamli bóndagarðurinn uppi í Eystur í Porkeri telist millum serligu ahugamálini. Men Mortan ferðast eisini rættiliga nógv kring Suðuroynna við fólki, sum vilja uppliva oynna.

Høvundur:
Elis Poulsen
Løgd út:
7. jun kl. 11:48