TAKS fær tað ikki lætt
Álvaratos! kjak og viðmerkingar
Jákup Magnussen |
3. jun kl. 18:44 |
Dagf. 3. jun kl. 18:45
Álvaratosmanningin, Elin Michelsen, Jógvan E. Ósá, og Heri Jakobsen heldur, at TAKS hevur eina møtumikla uppgávu, nú stovnurin fer at kanna viðurskiftini viðvíkjandi svørtum peningi í føroyskari ítrótt. I spurninginum um at samansjóða komandi fólkatings- og løgtingsval, eru tey misjøvn á máli, og als ikki sannførd um, at tað kann verða veruleiki. Álvaratospanelið er heldur ikki sannført um, at uppskotið um, at ein pakki av sigarettum skal kosta 100 krónur, fer at verða lætt at gjøgnumføra. Formaðurin í Fyribyrgingarráðnum, Pál Weihe, er komin við hesum hugskoti. Elin, Jógvan, og Heri halda sum so mong onnur, at orsøkin til at færri kvinnur enn menn søkja sær hjálp fyri rúsevnistrupulleikar, er samleikin at vera kvinna og mamma ? skommin ikki at megna tað uppgávuna til fulnar. Og panelið trýr ikki nógv uppá, at best er at byggja stóra miðnámsskúlan á til dømis Kambsdali, heldur enn í Marknagili.