Strongd er eisini ein spurningur um uppaling

Mynd: Savnsmynd

Álvaratos! kjak og viðmerkingar

Jákup Magnussen | 28. mai kl. 14:46 | Dagf. 28. mai kl. 14:48

Álvaratosmanningin hesaferð, Rósely Reynstind, Heri Jakobsen, og Elin Michelsen vóru rættiliga ítøkilig, tá kjakast var um strongd á arbeiðsplássum. Tey vóru rættiliga samd um, at oftani er talan um at liva upp til krøv, eisini sjálvskapt. Tey nevndu harafturat, hvussu týdningarmikið tað er at geva barninum tað rætta í beinið. Pallborðið helt ikki, at avgerðin hjá Sjúrður Skaale, um at fara úr Tjóðveldi, fór at hava annað við sær, enn at ein litrík persónligheit minni er í Tjóðveldi. Manningin í Álvaratos! var nokkso misjøvn á máli í spurninginum, um tað er í lagi, at BankNordik letur fleiri deildir aftur kring landi. Tey hildu tað eisini vera løgið og konservativt, at fólk í skrásettum parlagi ikki hava somu rættindi í Føroyum, sum í hinum báðum londunum í danska ríkinum. Og tey ivaðust stórliga í, um Norðoya Sparikassi hevur rætt at taka frítíðarlønina frá skuldarum.

Høvundur:
Jákup Magnussen
Løgd út:
28. mai kl. 14:46
Dagførd:
28. mai kl. 14:48