Nýggjur sangur um portørar
Eitt ókent navn innan tónleikaheimin í Føroyum er Sámal Johannes Hansen. Hann arbeiðir sum portørur og hevur gjørt ein sang um lívið hjá portørunum
Elis Poulsen |
28. mai kl. 15:21 |
Dagf. 31. mai kl. 08:30
Sámal J er ikki kendur í føroyska tónleikalívinum. Men hann hevur gjørt nógvar sangir, sum hava ligið í posum og aðrastaðni, men nú er vent í holuni. Sámal J. hevur verið í studio og spælt ein sang inn, sum hann hevur gjørt um hansara dagliga starv sum portørur. Tað er Jákup Zacariasen sum hevur spælt øll ljóðførini og tikið sangin upp. Starvsfelagararnir hjá Sámali hava sungið sangin saman við honum. Heitið á sanginum er "Ambulansasangurin".Løgd út:
28. mai kl. 15:21 Dagførd:
31. mai kl. 08:30