Skal ALS skipa fyri arbeiðstilboðum fyri arbeiðstøk?
Tað var spurningurin í Bismaranum, sum hesaferð vigaði arbeiðsleys og aktivering.
Jóhann Mortensen og Elin Winther Poulsen |
26. mai kl. 11:14 |
Dagf. 10. jun kl. 15:54
Tilsamans hava sløk 1800 fólk einki arbeiði í Føroyum. Í aldursbólkinum 20 til 29 ár eru 450 fólk arbeiðsleys. Í øðrum aldursbólkum er tað nakað minni - úr 278 upp í 362. Hetta vísa nýggjastu hagtølini hjá ALS, sum hvønn mánað rindar umleið 20 milliónir krónur í arbeiðsloysisgjaldi. Kjakast varð um, um arbeiðstøk skulu hava tilboð um arbeiði ella útbúgving, tá tey fáa pening úr ALS.Høvundur:
Jóhann Mortensen og Elin Winther PoulsenLøgd út:
26. mai kl. 11:14 Dagførd:
10. jun kl. 15:54