Svikin í Jesu navni

Mynd: Savnsmynd

Føroyar eru eitt gott mið hjá víðgongdnum útlendskum kristnum felagsskapum.

Karolina Thostrup og Dagmar Joensen-Næs | 15. mai kl. 15:08 | Dagf. 1. jun kl. 15:09

Ein ung kvinna og ein maður úr Føroyum gjørdust bergtikin tá danski felagsskapurin Evangelist vitjaði, og fóru beina leið av møti og niður til Danmarkar á bíbliuskúla og í viðgerð. Sjey mánaðir seinni rýmdu tey. Tráanin eftir einum lívi við gleði, leys av angist og trega og uttan at vera bundin av tablettum, alkoholi ella rúsevnum, hevur seinastu 10 árini fingið føroyingar í hópatali at fara á bíbliuskúla ella at leita sær hjálp hjá danska felagsskapinum Evangelist, har tey við bøn royna at basa trupulleikum. Tiltikni prætikumaðurin Christian Hedegaard byrjar møtið á Hotel Hafnia við at minnast eina av fyrstu ferðum sínum í Føroyum.



Høvundur:
Karolina Thostrup og Dagmar Joensen-Næs
Løgd út:
15. mai kl. 15:08
Dagførd:
1. jun kl. 15:09