Tónleikur

Hallur Joensen Band aftur á pallinum aftan á langan støðg

Mynd: Savnsmynd

Hallur Joensen Band spældi fyri fyrstu ferð til dans aftur aftan á ein støðg síðan desember.

Elis Poulsen | 15. apr kl. 14:33 | Dagf. 15. apr kl. 14:51

Dansurin varð hildin í frálíka dansihølinum hjá Dansifrøði í Havn.  Væl av fólki vóru í dansi.  Samanumtikið var tað ein sera góður dansur, har vit upplivdu, at Hallur og hansara menn  spældu fleiri sangir av komandi fløguni hjá Halli.  Tað er eingin ivi um,  at komandi fløgan hjá Halli verður ein hittari við teimum sangunum, sum vit longu nú hava hoyrt.  Og eitt afturat,  Hallur og hansara menn spældu rættiliga nógvar kendar sangir, sum vit ikki hava hoyrt teir spæla áður, mestsum næstan nýtt musikkprogramm.

Heimasíðan hjá Halli:  www.hallurjoensen.com



Høvundur:
Elis Poulsen
Løgd út:
15. apr kl. 14:33
Dagførd:
15. apr kl. 14:51