Tónleikur

Ericka Sjøstrøm sangkvinnan í Drifters er blivin mamma

Mynd: Savnsmynd

Sum vit áður hava nevnt, so fór Erika Sjøstrøm í barnsburðarfarloyvi. Hon er songkvinna í svenska dansibólkinum Drifters

Elis Poulsen | 15. apr kl. 14:38 | Dagf. 15. apr kl. 14:46

Erica hevur leingi ynskt sær at fáa børn, men tað hevur ikki gingið so væl.  Erica fekk nýggjan mann og skjótt aftan á tað,  kundu tey kunngerða at hendan vælumtókta sangkvinnan var við barn.  Ímeðan Erica hevur havt farloyvi sum sangari í Drifters, hevur Jaana Vähänäki sungið við Drifters. Drifters hevur eisini fingið ein nýggjan trummuleikara í bólkin fyri Mattias, sum gavst. Nýggi trummuleikarin eitur Tim Nilsson

Klokkan 02:50 týsnáttina 5. apríl,  bórust so gleðiboðini, at Erica Sjørtrøm varð blivin mamma. Erica føddi ein vælskaptan son, 50 cm langur og hann vigaði 3450 gram.  Linus, maður hennara, sigur, at tey hava tað øll gott og gleða seg til komandi tíðina at verða saman við barninum.

Heimasíðan hjá Drifters:  www.drifters.se



Høvundur:
Elis Poulsen
Løgd út:
15. apr kl. 14:38
Dagførd:
15. apr kl. 14:46