Tónleikur

Dænsebændet eru komnir við nýggjari fløgu "Vi Talas" er heitið

Mynd: Savnsmynd

Seinasta fríggjadag 8. apríl løgdu Dænsebændet sína nýggju fløgu “Vi Talas” fram.

Elis Poulsen | 15. apr kl. 14:36 | Dagf. 15. apr kl. 14:50

Hetta er sekstanda útgávan, ið teir hava gjørt tey 30 árini Dænsebændet hevur spælt.

Arnstein Tungvåg er frontfigurur í hesum vælumtókta dansibólkinum, og hann er eisini tann einasta, sum hevur verið við frá byrjan.  Dænsebændet vóru her í Føroyum í 2009, teir spældu í Klaksvík.  Nýggja fløgan hjá teimum verður at hoyra  í Upp á Tá í einari av komandi sendingum.  Tað eru Tylden & C/o sum geva fløguna út  www.tylden.no

Heimasíðan hjá Dansebændet :  www.dansebandet.no 



Høvundur:
Elis Poulsen
Løgd út:
15. apr kl. 14:36
Dagførd:
15. apr kl. 14:50