Hygga síggj! 8:13 - 25. mars 2011

Mynd: Savnsmynd

Hygga síggj og lurta hoyr hvussu Bjørk, Rógvi og Bára fara at gera seg um til ein annan....... og Aksel fer at spæla uppá eitt brúnt ljóðføri ;o) Arbeiðsplássið sum Uni fer at vísa fram er nokkso spennandi. Tað er ein banki, ein heilt serligur banki - ein við ongum pengum. Hesin bankin hjálpir fólki. Blóman, sum Annleyg fer at tosa um er ljósablá og ljósareyð við hvørt. Gloym ikki at hyggja ;o) Og Lis fer at vísa hvønn veg ísurin í ístíðini fór skríðandi avstað. Tað dugir hon at síggja í fjøruni. Hyggja tit.....so síggja tit! Hygga Síggj.

| 11. apr kl. 10:26 | Dagf. 12. mai kl. 15:58



Høvundur:
Løgd út:
11. apr kl. 10:26
Dagførd:
12. mai kl. 15:58