Hygga síggj! 1:13 - 4. februar 2011
1. partur: Hygga Síggj so vóru vit her. Vælkomin til sendingina, tí nú skulu tit síggja alt møguligt, sum tit ikki vistu av var beint fyri eygunum á tykkum. Á skránni verða stuttligar søgu og gátur...... tað er ikki ráðiligt at siga alt sum fer at henda..... men tað fer heilt víst at vera ein broyting, ........meðan tit hyggja. Og meðan tit hyggja ber til at síggja eitt arbeiðspláss. Tá fara vit við Hildur og pápanum til arbeiðis, og hon dugir at gera ...... ja, hon brúkar stórar maskinur og borar og sagar. Og heilt víst fara tit at læra nakað um føroysku náttúruna. Í dag verður tað um eitt ávíst svart kykt tað fer William at greiða frá og Magnus fer at greiða frá um nakað sum liggur á steinunum í fjøruni, og sum øll bara ganga á. Hyggja tit.....so síggja tit! Hygga Síggj. Lagt til rættis: Páll Danielsen
|
11. apr kl. 10:21 |
Dagf. 12. mai kl. 15:56
Løgd út:
11. apr kl. 10:21 Dagførd:
12. mai kl. 15:56