Tónleikur

Audun Tylden Keisarinn av norska dansibandtónleikinum er farin

Mynd: Savnsmynd

Um middag í dag, 24. januar 2011, andaðist Audun Tylden stjóri fyri norsku plátufyritøkuni Tylden & co.

Elis Poulsen | 8. apr kl. 17:35 | Dagf. 11. apr kl. 10:50

Audun sum hevur verið sjúkur seinastu árini var á Midem-tónleikafestivalinum i Cannes tá hann fekk hjartastopp. Hóast sjúku stríddist hann ótroyttuliga fyri norska dansibandtónleikinum, og var tá møguleikin beyðst á skrivstovuni har hann vildi hava fingurin á pulsinum.

Tað var serliga Audun fyri at takka at vit kundu byrja dansibandsendingina her í Kringvarpi Føroya, tá sendingin hevði heiti "Hvat Nú". Audun eggjaði okkum til, við at senda okkum fløgur og verða til reiðar at hjálpa við øllum tí sum tørvaði á dansibandøkinum.

Tað verður stórur saknur í Audun Tylden nú lívsfjørðurin er rógvin. Tað verður eisini heldur tómligt at koma til dansibandfestivalirnar nú Audun ikki verður í millum okkum við sínum lívsfríska sinni. Saknurin er stórur og vit hava djúpastu samkenslu við Ingeborg og famuljuni. 
Friður verður við minninum um góða vinin Audun Tylden



Høvundur:
Elis Poulsen
Løgd út:
8. apr kl. 17:35
Dagførd:
11. apr kl. 10:50