16-05-2013 12:35
Tú ert her: Super avrik

Super avrik

Stór gleði á føroyska landsliðnum eftir sigurin á Luksemburg
Mynd: © fbf.fo

Føroyar vunnu 3-0 á Luksemburg í fyrsta EM-undankappingardystinum. Spælið var nakað av tí besta, sum føroyska kvinnulandsliði hevur víst í fleiri ár

Leivur Frederiksen | 25. mai kl. 21:40 | Dagf. 25. mai kl. 22:13

Føroyar vunnu í kvøld  3-0 á Luksemburg, settúrslitini vórðu 28-26, 25-21 og 25-19. Disiplin, fáir feilir og sum heild einki fjas, var lykilin til eitt fram úr avrik frá føroysku leikararunum.

Fyrsta settið bleiv sera spennandi. Eftir eina góða føroyska byrjan, har Føroyar vóru á odda 4-0 og 5-1, kom Luksemburg fyri seg og var eitt skiftið á odda miðskeiðis í settinum. Bæði liðini stríddust fyri at vinna og bæði liðini høvdu settbóltar. Føroysku kvinnurnar høvdu meira ís í búkinum og vunnu 28-26.

Í øðrum setti sá leingi út til, at Luksemburg fór at koma upp á 1-1 í settum. Tíðliga í settinum riggaði lítið og einki hjá Føroyum, samstundis sum Luksemburg spældi væl. Luksemburg var á odda bæði 5-1 og 16-10. Men so vaknaðu tær føroysku. Servirnar fingu aftur somu dygd, sum í fyrsta settið, og fleiri leikarar tordu at sláa tann triðja bóltin í gólvið. Endin var, at føroysku kvinnurnar trumlaðu Luksemburg niður og komu aftur frá 10-16 til at vinna 25-21. 

Í steðginum millum annað og triðja sett sóu áskoðararnir í høllini, at føroysku leikararnir smíltust og vildu inn aftur at spæla meira, meðan tær hjá Luksemburg hingu við høvdinum. Hetta bleiv brúkt til føroyskan fyrimun. Føroyar fingu tíðliga leiðsluna í triðja settið, og tær góvu hana ongantíð frá sær.

Eitt sannførandi avrik móti einum liði, sum av fleiri varð mett sum tað sterkasta í okkara bólki. 

Í morgin, leygardagin, spæla Føroyar og San Marino, sum fyrr í dag vann 3-1 á Íslandi. Dysturin byrjar klokkan 17.00, og útvarpið sigur beinleiðis frá dystinum


Løgd út:
25. mai kl. 21:40
Dagførd:
25. mai kl. 22:13