Frá hørpuni til biskupstorg

Uppskotið til nýggjan miðbý í Klaksvík.
Mynd: Savnsmynd

Gøtumaður hevði besta boðið uppá hvussu Klaksvík kann fáa ein góðan miðbý.

Finnur Koba | 1. jun kl. 20:13 | Dagf. 1. jun kl. 20:13

Hann er heilin handan Hørpuni í Reykjavík. Í vikuni legði hann - saman við øðrum - fram eina spildur-nýggja miðbýar-ætlan fyri Havnina, og í dag stóð Klaksvík fyri tørni. Gøtumaðurin, Ósbjørn Jacobsen, artitektur og ánari í donsku arkitekta-fyritøkuni Henning Larsen vann hugskotskappingina um nýggjan miðbý í Klaksvík. Hugskotið ber navnið Biskupstorg og hugsanin er at gera eitt borgaratorg sum eitt vart býrarrúm, ið skal vera kjarnan í nýggja miðbýnum. Vágsá skal vera ein býarkend kanal, ið gongur til ein bátahyl, meðan Ósá skal vera ein frítt rennandi á, ið endar í víkini á sólsíðuni við Biskupstøð við sand-strond og neystum - sum fyrr í tíðini.



Høvundur:
Finnur Koba
Løgd út:
1. jun kl. 20:13