Fríggjakvøld: Línuflotin fingið almenna makrelgávu

Línufiskiskapur og makrelur, løgmaður og sjálvstýrisprát í løgmansrøðuni og annað mangt verður í sendingini Fríggjakvøld í kvøld.
Mynd: Savnsmynd

Makrelgávan til línuflotan, kamping á Summarfestivali, orðing um sjálvstýri í løgmansrøðuni og nýggi Kringvarpsstjórin verða í Fríggjakvøld í kvøld

Grækaris D. Magnussen | 3. aug kl. 11:56 | Dagf. 3. aug kl. 11:56

?Tað skal loysa seg at arbeiða.? 


Orðini eigur formaðurin í Fólkaflokkinum. Men eftir øllum at døma er hetta ikki galdandi fyri línuflotan, hvørs reiðarar og manning fáa hundraðtals túsund krónur fyri at liggja við bryggju, meðan onnur skip fiska teirra makrelkvotur.

Fríggjakvøld hevur tosað við fiskivinnubúskaparfrøðing, sum heldur støðuna minna um studningsbúskapin frá 80-árunum. Vit spyrja eisini Jacob Vestergaard, um makrelgávan, sum verður seld víðari, er góður liberalur politikkur.

Á Summarfestivalinum
Reportarin Kaj Joensen er hesaferð farin til Klaksvíkar, har Summarfestivalurin er, at gera reportasju frá kampingøkinum, har meir enn 200 húsvognar standa.

Myndamaðurin Jens Jákup Hansen hevur í morgun fylgt Jógvan á Dul, sum hvønn morgun tekur somu mynd av Havnini og leggur tað á Facebook.

Løgmaður og sjálvstýri
Mong sambandsfólk hvukku við, tá tey í løgmansrøðuni hoyrdu sambandsformannin tosa um dreymin um Føroyar sum sjálvstøðugt land í einum nýggjum ríkjafelagsskapi. Vit hava spurt restina av tingbólkinum, hvat tey halda um orðingina, og Kaj Leo Holm Johannesen sjálvan, hvat hann ítøkiliga meinti við.

Nýggi kringvarpsstjórin
Fríggjakvøld hevur fylgt Dia Midjord á fyrsta arbeiðsdegnum sum kringvarpsstjóri. Í hesum sambandi fer orðaskiftið at snúgva seg um, hvørjar raðfestingar skulu gerast í almenna Kringvarpinum. Við kjakborðið eru Niels Uni Dam, online-leiðari á Sendistovuni, og Árni Gregersen, ábyrgdarblaðstjóri í Dimmalætting. Báðir hava funnist hvassliga at raðfestingunum hjá undanfarna kringvarpsstjóra.


Løgd út:
3. aug kl. 11:56