14-03-2013 17:19

Eplini kunnu vit sjálvi velta

Andrea Jensen, Peter Haahr
Mynd: © Jákup Magnussen

Peter Haahr hevur í 25 ár gjørt royndir við seteplum. Endamálið er at finna eplasløg, sum trívast í føroyskari jørð, og sum harafturat smakka væl.

Jákup Magnussen | 13. sep kl. 11:58 | Dagf. 13. sep kl. 11:58

Peter Haahr var stjóri á
Búnaðaðarstovuni; tað sum fyrr æt Royndarstøðin í Kollafirði. Fyri tveimum árum síðan varð hann pensjóneraður, men kortini heldur hann fram við sínum eplaroyndum. Peter Haahr sigur, at vit lættliga kunnu velta øll okkara epli sjálvi, og at tað er gamalt og altjóða kent, at vil ein tryggja sær góða eplagrøði, er ráðiligt at seta fleiri eplasløg niður hvørt ár. Ein veit ongantíð, hvørji sløg trívast best, tað er ymiskt frá ári til ár.
Peter Haahr leggur afturat, at í ár hevur svartaspillan ikki gjørt nógv um seg, og als ongin rotta hevur verið í veltunum hjá Búnaðarstovuni. Í samrøðuni hoyra vit eisini praktikantin Andreu Jensen.
Búnaðarstovan fær síni setepli úr Danmark, Hollandi, og Týsklandi. Tónleikabrotini í innslagnum vóru tikin úr innspæling hjá The Corrs.


Høvundur:
Jákup Magnussen
Løgd út:
13. sep kl. 11:58