In Mente: Poe-morðini og danska sjónvarpsrøðin Matador

Mynd: Savnsmynd

Poe-morðini í Sjónleikarhúsinum, nýggjur føroyskur ungdómsfilmur og Matador fyri sjeyndu ferð. Tað eru evnini í fyrstu In Mente sendingini í heyst

Suni Merkistein | 19. sep kl. 11:17 | Dagf. 19. sep kl. 13:22

Leikurin Poe-morðini, sum Havnar Sjónleikarfelag sýnir í hesum døgum, verður til umrøðu. Rudolf Joensen og Bergur Rasmussen hava sæð leikin og fara at siga sína hugsan.

Nýggjur føroyskur ungdómsfilmur er í gerð. Vit hitta Sakaris Stórá, sum leggur síðstu hond á nýggjan stuttfilm. Og vit spyrja hví danska sjónvarpsrøðin Matador framvegis hevur fastatøkur á fólki.



Høvundur:
Suni Merkistein
Løgd út:
19. sep kl. 11:17
Dagførd:
19. sep kl. 13:22