13-02-2013 07:21

B68 sagt venjarunum úr starvi

Mynd: © Tilvildarlig savnsmynd

Nevndin hjá B68 hevur valt at loysa báðar venjarnar hjá felagnum í Effo-deildini úr starvi

Bjarni Mohr | 14. sep kl. 08:16 | Dagf. 14. sep kl. 09:28

Nevndin hjá B68 boðar frá á heimasíðuni hjá felagnum, at samstarvið við venjaran Paula Poulsen og hjálparvenjaran Jóhan Nielsen er endað.

Orsøkin, til at samstarvið við venjaran og hjálparvenjaran steðgar, er vánaliga úrtøkan hjá B68 í bestu fótbóltsdeildini hjá monnum. Tað sigur formaðurin í B68, Jógvan Højgaard, við Kringvarpið.

Í løtuni liggur B68 til at flyta niður í fyrstu deild, um fótbóltsliðið á Toftum ikki fær fleiri stig til høldar, nú bert fýra umfør eru eftir til kappingin endar.

Enn er ikki greitt, hvussu B68 ger við venjarnar hjá besta mansliðnum í fótbólti hjá felagnum. Jógvan Højgaard sigur, at felagið vónandi fær loyst spurningin um vejnara seinni í dag, helst áðrenn middag.


Høvundur:
Bjarni Mohr
Løgd út:
14. sep kl. 08:16
Dagførd:
14. sep kl. 09:28