05-02-2013 19:20

USA fyrireikar seg til hevnd í Libya

Amerikanski sendiharrin í Libya var millum teirra, sum lótu lív, tá søkt varð amerikanska konsulátinum í libyska býnum Benghazi týsdagin.
Mynd: Savnsmynd

Bæði hermenn og herskip eru á veg til Libya eftir atsóknina at amerikanska konsulátinum í Benghazi týsdagin

Sigmar Bláberg  /  Johnsigurd Johannesen | 13. sep kl. 16:16 | Dagf. 13. sep kl. 16:16

USA hevur sent 50 servandar hermenn til at verja amerikansku konsulátið í Benghazi í Libya, og samstundis eru tvey herskip á veg til libysku strondina.
Tað hendir eftir álopið á konsulátið í Banghazi fyrr í vikuni, tá amerikanski sendiharrin í Libya og trý starvsfólk lótu lív.

Amerikansku myndugleikarnir vísa á, at álopið var væl fyriskipað og vardi leingi. Eingi prógv eru fyri, hvør skipaði fyri álopinum, men myndugleikarnir halda, at talan var um hernaðarligar islamistar.

Ein talsmaður fyri amerikanska verjumálaráðið sigur, at hetta var einki tilvildarligt álop. Lopið varð á amerikanska konsulátið týsdagin eftir mótmæli í fleiri londum móti einum amerikanskum filmi, har gjøldur verður gjørdur burtur úr Muhhamed profeti.

Peter Viggo Jakobsen, lektari á danska verjuakademinum, sigur við danska kringvarpið, at Barack Obama, forseti, fer ikki at drála við at nýta ómannað flogfør at leypa á teir, sum søktu at amerikanska konsulátinum í Benghazi.


Løgd út:
13. sep kl. 16:16