Oddabrak á Djúpimýru í Klaksvík
Oddabrak verður á Djúpumýru í kvøld, tá KÍ og EB/Streymur bresta saman.
Mynd:
Savnsmynd
Fremstu liðini í bestu fótbóltsdeidlini við monnum bresta saman í Klaksvík í kvøld klokkan átta, tá KÍ og EB/Streymur fara á vøllin í Djúpumýru
Uni. L. Hansen / Grækaris D. Magnussen |
3. aug kl. 16:31 |
Dagf. 3. aug kl. 16:31
KÍ er fremst í deildini við 34 stigum, meðan EB/Streymur liggur á øðrum plássi við 32 stigum.
EB/Streymur má klára seg uttan ein av størstu profilunum á liðnum. Hans Pauli Samuelsen er ikki við, og málslúkurin Arbjørn Hansen er enn ikki komin seg ordiliga yvir skaðan, hann hevur drigist við.
Hjá heimaliðnum KÍ er John Hammer ikki við, tí hann er burturstaddur.
Royndir og ungir
Meðan KÍ hevur ein hin yngsta hópin í landinum, er hópurin hjá EB/Streymi uttan iva hin royndasti. So tað verður eisini dystur millum unga áræðið hjá KÍ og royndirnar hjá Eb/Streymi.
Útvarpið sigur frá dystinum.
