18-05-2013 17:10

OL í London kostnaðarmiklari enn væntað

OL-leikirnir í London verða tvífalt so kostnaðarmiklir, sum væntað.
Mynd: Savnsmynd

Tað gongur alt annað enn væl hjá bretsku fyrireikarunum at halda seg til fíggjarætlanina fyri Olympisku Leikirnar, sum byrja í London um tvær vikur

Jón Brian Hvidtfeldt  /  Grækaris D. Magnussen | 9. jul kl. 11:22 | Dagf. 13. jul kl. 12:05

4,2 milliardir pund ella smáar 40 milliardir krónur vóru settar av í olympisku fíggjarætlanini.

Men nú tað styttist til leikirnar hevur eitt lið av granskarum frá lærda háskúlanum í Oxford roknað seg fram til, at OL í London kostar tað tvífalda. Heilt neyvt er fíggjarætlanin sprongd við 101 prosenti.

Hóast tølini eru ógvuslig, so er hetta, sambært granskarunum í Oxford, einki eindømi í OL høpi. Heldur beint øvugt.

Tí í meðal síðstu 50 árini hava vertstjóðirnar sprongt fíggjarætlanina fyri OL við heili 179 prosentum.



Løgd út:
9. jul kl. 11:22
Dagførd:
13. jul kl. 12:05