Set ÚF til tína byrjunarsíðu



 
hey Vel besta málið

Vinn fótbóltsferð til Premier League og gávukort frá Vodafone

Ver við at kjósa besta málið í hvørjum umfari í Vodafone-deildini
 
Eftir hvørt umfar velja vit út trý tey bestu ella vakrastu málini, sum hyggjarar og lurtarar síðani kunnu atkvøða um umvegis sms. SMS-kappingin verður skipað á tann hátt, at vit vísa málini í 3 – 2, og á kringvarp.fo, og tað málið sum so fær flest sms, verður kunngjørt í sendingini Bólturin, ið verður send í útvarpinum í samband við hvørt umfar.
 
Atkvøðugreiðslan er umvegis sms-boð til nummarið 1911:

- Heldur tú at mál 1 er tað besta. send sms-boð við tekstinum "kvf mal 1" til 1911
- Heldur tú at mál 2 er tað besta, send sms-boð við tekstinum "kvf mal 2" til 1911
- Heldur tú at mál 3 er tað besta, send sms-boð við tekstinum "kvf mal 3" til 1911

Hvørji sms-boð kosta 4,- kr. umframt vanligt sms-gjald.


Vinningar:
Hvørja viku luta vit burtur eitt gávukort á 200,- kr. frá Vodafone, millum øll tey, ið senda sms.
 
Høvuðsvinningurin er ein fótbóltsferð fyri tvey til ein Premier League dyst eftir egnum ynski. Drigið verður eftir seinasta umfar í landskappingini í Vodafone deildini.

Íroknað er flogferð Vágar – Kastrup - London, tur/retur við øllum avgjøldum. Gisting 2 nætur í dupultrúmi við morgunmati á 4**** St. Giles Hotel í London.
Atgongumerki til ein Premier League dyst eftir egnum ynski*
Ikki íroknað: Tryggingar, máltíðir, buss/taxa flutningur og útferðir.
 
*Um vinnarin setur fram ynski um at síggja eitt annað lið spæla, so er hetta møguligt innanfyri somu rammur sum liggja fyri vinningin. Fyrivarni verður tikið fyri útseldum dystum.



 
Vel besta málið - lítil
Tipping 2010

Copyright © 2010 Kringvarp Føroya